Her er nýggi skúlastjórin

Mikudagurin 3. januar var fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu Jakobsen, sum er nýggjur skúlastjóri í Tofta skúla.

Mikudagurin 3. januar var fyrsti almenni arbeiðsdagurin hjá Duritu Jakobsen, sum er nýggjur skúlastjóri í Tofta skúla.

Tað var fyrst í desember í fjør, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, setti Duritu Jakobsen í starvið frá 1. januar 2018 at rokna.

- Í hesum sambandi varð skipað fyri lítlari móttøku fyri Duritu Jakobsen í skúlanum mikumorgunin 3. januar. Familja, næmingar, lærarar, starvsfólk og umboð fyri skúlastýrið og Nes kommunu vóru boðin við til móttøkuna.

Heimasíðan hjá Tofta skúla skrivar, at løtan byrjaði við góðum felagssangi. Síðan vórðu heilsanir og nógv góðynski borin fram av Armgarð á Regni, forkvinnu í skúlastýrinum.

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, Olaf Magnussen, varaskúlastjóri og Marita Dalsgaard, fráfarin skúlastjóri, søgdu eisini nøkur orð.

- Móttøkan endaði við felagssangi. Síðan fingu allir næmingar søtmeti, meðan tey vaksnu vórðu boðin til ábit, skrivar heimasíðan.