Her er nýggi stjórin á Føroya Fólkaháskúla

Hedvig Westerlund-Kapnas flytir heim til Føroya aftur fyri at standa á odda fyri Føroya Fólkaháskúla

Stjórin á Føroya Fólkaháskúla tey næstu fimm árini verður Hedvig Westerlund-Kapnas.

Hon er ættað úr Finnlandi og hevur drúgvar og hollar royndir í at skipa og standa fyri mentanarligum verkætlanum, serstakliga fyri ungdóm.

Frá 2008-2016 var hon leiðari fyri Listaleypin, sum er eitt tiltak við endamálinum at lata fólkaskúlanæmingar uppliva yrkislist, sum Mentamálaráðið, kommunurnar og Norðurlandahúsið samfíggja.

Í nevnda tíðarskeiðinum var hon eisini verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum og stovnaði í hesum starvi Barnafestivalin, ungdómslistastevnuna Ung í Føroyum (saman við Rakel Helmsdal) og Altjóða frásøgudag í Norðurlandahúsinum.

Síðan 2016 hevur Hedvig Westerlund-Kapnas búð í Helsinki og hevur starvast sum seniorráðgevi við samskipanarábyrgd  fyri Nordisk Kulturkontakt, sum er stovnur undir Norðurlendska ráðharraráðnum.

Hedvig Westerlund-Kapnas búði í Føroyum við familju síni frá 1998 til 2016 og er meinkunnug við føroyska samfelagið, mentan og mentanarvirksemi tess. Hon er køn í føroyskum máli og hevur BA-prógv í føroyskum. Yrkisútbúgving hennara er leiklistarlig, og hon hevur útbúgving úr Belgia sum teaturpedagogur. Hedvig hevur sera góð sambond við skapandi fólk í Føroyum eins væl og í og uttan fyri Norðurlond.

Hedvig Westerlund-Kapnas byrjar sum stjóri á Háskúlanum 1. oktober.