Her er nýggja stjórnarskipanin

Her er uppskotið, sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, almannakunngjørdi á Ólavsøku í samband við ólavsøkurøðuna, tá ið tingið varð sett. 

 

 

- Eg havi seinastu mánaðirnar roynt at samansjóða øll sjónarmið. Nú eru vit komin so mikið áleiðis, at uppskotið er búgvið til at senda til ummælis, hóast vit ikki eru heilt samd um allir smálutir. Eg haldi, at uppskotið umboðar sjónarmið hjá øllum flokkunum so mikið væl, at tað er eitt gott útgangsstøði hjá tinginum at arbeiða víðari við. Egvóni, at so nógv sum gjørligt lesa uppskotið, og geva sína hugsan til kennar, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, á heimasíðuni tinganes.fo. 

 

 

Tá ið uppskotið hevur verið til ummælis, verður uppskotið saman við innkomnum viðmerkingum latið Løgtinginum til viðgerðar. Væntandi setur tingið eina § 25 nevnd við umboðum frá øllum flokkum at arbeiða víðari við uppskotinum, áðrenn tað verður lagt til endaliga atkvøðugreiðslu.

 

 

Eftir ætlan verður fólkaatkvøðan um stjórnarskipanina á flaggdegnum tann 25.apríl 2017. 

 

 

Trýst her fyri at síggja Stjórnarskipanina