Her er nýggja navnið

FC Suðuroy, TB og Royn hava í kvøld avdúkað navnið á nýggja felagsliðnum í Suðuroynni.

Herfyri varð boðað frá, at suðuroyarfeløgini fara at samstarva um fótbóltin, og at FC Suðuroy, TB og Royn í ár fara at kasta seg saman sum eitt lið í einum parti av ungdómsdeildini.


Talan er í fyrstu atløtu um gentur U12, U14 og U17 og dreingir U16. Navnakapping varð útskrivað til tess at finna nýtt navn til samanløgdu liðini, og í kvøld er navnið avdúkað.


Navnið er SB - Suðuroyar Bóltfelag. Tað vóru fleiri, ið komu við hesum uppskotinum, og tískil mátti lutakast til fyri at finna vinnaran, sum gjørdist Jonhard Vest Jákupsson í Vági.