Fyri sættu ferð verður “FIFA Puskás award” latin tí spælarinum, sum hevur skotið flottasta málið farna kappingarár. FIFA hevur nú útvalt tey tíggju málini.
Málini kunnu síggjast á Youtube við at trýsta HER
Møguleiki er nú at atkvøða fyri besta málinum. 1. desember blíva tey trý málini við flest atkvøðum útnevnd. Síðani skal atkvøðast av nýggjum. Vinnarin verður funnin 12. januar 2015.
Tey útvaldu málini eru:
- Tim Cahill: 18. juni 2014, Australia - Holland, 2014 FIFA World Cup
- Diego Costa: 23. november 2013, Atlético Madrid - Getafe, Primera División (Spania)
- Marco Fabian: 15. feburar 2014, Cruz Azul - Puebla, 1a División 2014 Clausura (Meksiko)
- Zlatan Ibrahimovic: 19. oktober 2013, Paris St. Germain - SC Bastia, Ligue 1 (Frakland)
- Pajtim Kasami: 21. oktober 2013, Crystal Palace - Fulham, Premier League (Ongland)
- Stephanie Roche: 20. oktober 2013, Peamount United - Wexford Youths, BEWNL (Írland)
- James Rodriguez: 28. juni 2014, Colombia - Uruguay, 2014 FIFA World Cup
- Camilo Sanvezzo: 6. oktober 2013, Vancouver Whitecaps - Portland Timbers, MLS (USA/Kanada)
- Hisato Sato: 8. mars 2014, Sanfrecce Hiroshima - Kawasaki Frontale, J.League (Japan)
- Robin van Persie: 13. juni 2014, Spania - Holland, 2014 FIFA World Cup