Føroyska ullin hevur í nógv ár havt lítið virði, og stórar nøgdir eru brendar. Men á Spinnarínum í Klaksvík arbeiða tey fyri at broyta hesa gongdina.
Har verður ullin vaskað, reinsað og spunnin við nýmótans maskinum. Ullin frá hvørjum seyði verður hildin fyri seg, so sambandið við seyðin varðveitist allan vegin fram til lidna úrslitið.
Í summar hevur Spinnaríið fyri fyrstu ferð havt fastar upplatingartíðir. Bæði føroyingar og útlendingar hava vitjað, og fleiri hava sjálv fingið hendurnar í ullina.
Í Sosialinum greiða kvinnurnar á Spinnarínum frá ullini, maskinunum og handverkinum, sum fær fólk niður í ferð.
Blaði fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##


















