G! Festival verður í Gøtu í summar. Við trimum pallum. Tjaldingarplássi til 2000 fólk. Forvitnisligum og prikandi tónleikaframførslum. G! - stóra G! - kemur sterkt aftur! Í tíðindaskrivi frá G! Festival verður ynskt øllum gleðilig jól, og vónirnar eru góðar um at síggja nógv fólk í Gøtu í summar.
- Vit skipa fyri veitslu, hugna og gleði í tríggjar dagar - júst sum G! eigur at vera, sigur Jón Tyril, sum hevur verið høvuðsfyriskipari øll árini.
Atgongumerkini til G! Festival og tilhoyrandi tjalding eru nú komin í forsølu við einum serligum upplatingartilboði, sum lønir teimum kvikastu við einari góðari sparing. Tjaldingin hevur verið útseld hvørt ár, so tað loysir seg at verða úti um seg skjótt, leggur Jón afturat.
Ársins atgongumerki er skapað í einum sniði, sum fyri tíðina má sigast verða sera aktuelt og eftirspurt kring at kalla allan knøttin: Tað líkist einum pengaseðli. Á seðlinum er Tróndur í Gøtu avmyndaður, og sýnist hann at trívast saman við áskriftini ?Ognað virðismeting og hátíðarhaldi av individinum, ymiskleikanum millum menniskju og stríðnum ímóti jantelóg og aðrari kúgan?. Tað er NÖRD í Gøtu, sum hevur sniðgivið.
Tjaldingar- og Vikuskiftispass kunnu keypast í øllum Vodafone handlunum, Shell í Gøtu ella við at venda sær til G! Festival, sum sendir út um alt landið.
Les meira á www.gfestival.fo