Í hesum døgum verða fleiri vegir Í Havn og á Argjum, forseglaðir. Hetta verður gjørt við vegir, sum eru illa slitnir tí tá ið teir eru forseglaðir aftur, verða teir betri at koyra á aftur. Tá ið vegir verða forseglaðir, verður eitt nýtt bindilag lagt í vegin, og síðani verður fínur sandur stroyddur útyvir. Hesin sandurin fer, sum frá líður, niður í bindilagið, sigur býráðið.
Men tey gera vart við, at tá ið tað er turt í veðrinum, sum tað er nú, kann hesin sandurin fúka illa, men tað er bara í eina stutta tíð, til hann hevur sett seg. Hann kann eisini seta seg á bilarnar, men er lættur at vaska av aftur. Tí heitur býráðið nú á bilførarar um at vísa hesum ans, tá teir koyra eftir vegum, sum akkurát eru forseglaðir.
Býráðið sigur, at í hesum umfari eru tað hesi vegastrekki, sum verða forseglað.
Yviri við strond
Vestari Ringvegur
Partur av Marknagilsvegnum
J.C. Svabos gøta
Garðsgøta
Við Klingurstjørn