? Her skal alt gerast uppá millimeturin

Tað er stórur munur at bøta eitt trol umborð á einum skipi, og so at gera eitt botntrol heilt frá botni av. Er nakað galið, má alt gerast umaftur

Eina aðrastaðni í stóru og rúmligu framleiðsluhøllini stendur ein annar maður og arbeiðir: Oddur Hentze.
Oddur er upprunliga ættaður úr Skopun, men hevur búð í Havn í mong ár.
Hann hevur arbeitt her á Vónini í samanlagt 1 1/2 ár tey seinastu árini. Nú hevur hann verið her í eitt hálvt ár út í eitt.
Fríggjadagin vóru hann og nakrir av hinum netamonnunum í ferð við at gera tað, teir kalla fyri eina "rist-sektión", ið skal umborð á "Enniberg". Ein rist-sektión er ein partur av trolinum, og hevur til endamáls at síla tann smáa toskin frá, meðann tann stóri toskurin fer altso undir ristina og aftur í posan.
Alt eftir bókini
Áðrenn Oddur byrjaði á Vónini var hann fyrst tvey ár við einum línubáti úr Skopun, ið kallaðist "Ingibjørg".
- Hann bleiv seldur, og so eri eg her, sigur Oddur.
Hann hevur eisini siglt eini seks ár við trolara, og hagani kennir hann, eins og hin netamaðurin, Kristian, eisini nógv til at bøta trol umborð á skipi.
Men tað at bøta eitt trol umborð og so at arbeiða á Vónini, tað er púra hvør sítt, og kann tí illa samanberast.
- Her á virkinum er tað meiri eftir bókini, har alt skal gerast sera nøjaktiga. Tað er ikki heilt tað sama umborð.
- Skalt tú umborð á skipi seta t.d. tvey stykkir saman, so er ikki so farligt, um tú rakar tveir meskar við síðuna av. Her skalt tú raka uppá millimeturin, ella verður alt koyrt uppaftur, sigur Oddur.
Eitt gott arbeiðspláss
Í løtuni arbeiða einir 18 mans í øllum aldrum á virkinum. Og líkt er til, at arbeiðshuginum bilar einki.
Tað skilst tó á Odduri, at hugurin til sjógvin er stórur, og tí er ikki óhugsandi at hann fer avstað aftur.
- Men, so vil eg leggja aftrat, at her er øgiliga gott at vera. Var tað ikki tað, so var eg langt síðani farin avstað aftur, tí mær dámar sera væl at sigla.
Hann hevur arbeitt allatíðina, meðan vit hava prátað saman. Her er eingin tíð at spilla. Teir á Ennibergi bíða eftir rist-sektiónini.