G! FESTIVAL 2007
Gamla fiskavirkið er aftur tikið í brúk – hesaferð til dans afturvið frískum techno -og electronica-tónum úr Bretlandi og evropeiska meginlandinum. Grundin er sum vera mann illa farnir betongveggir, júst teir røttu karmarnir til nakað sum DJ-ing, rave-parties og hvat tað nú kann eita.
Maskinaríið, teldur og onnur útgerð, ið hoyrir DJ-fakinum til, koyrdi inntil árla á morgni. Betonggólvið undir DJararunum var onkuntíð nærum fylt við dansandi festivalgestum og aðrar tíðir næstan heilt tómt, soleiðis var tað um dagin. Einu løtuna, nakað væl áðrenn midnátt, stóðu bara tríggir ungir mans, ið neyvan fara at gera dans til karrieru, og fyltur sær upp í nevið. Mannskapið uppi í DJ-torninum var ta løtuna í meiriluta. Scenan var tann klassiska, eins og í flest øllum dansistøðum, summi trína í dansin og leika í, meðan onnur halda seg aftur og hyggja at, kanska hvíla seg ella práta við vinfólk.
Grundin liggur beint við vegin, har alt fólkið annars gekk framvið, og soleiðis fungeraði staðið væl fyri tann, ið fekk lyst til at sláa seg leysan á betonggólvinum eina løtu. Tá ið hetta bleiv ov keðiligt kundi ein fara aftur í tjaldingarleguna ella hyggja til restina av G´07-tónleikaskránni.
Hevði William Heinesen verið einastaðni millum 18-25 ár í 2007, so hevði hann eisini avgjørt sligið seg leysan á betonggólvinum – og tá hevði hann uttan iva farið suðuraftur við eini rúgvu av good vibrations í skjáttuni. Og so hevði hann skrivað skaldsøguna Her skal danses!