Sands kommuna hevur sagt, at her verða 34 nýggj grundstykki, og um hesar leiðir ætlar kommunan eisini at byggja nýggjan barnagarð. So, hetta verður eitt livandi og spennandi øki, tá tað er bygt.

Her verða fleiri nýggj grundstykki

- Eydnan er at finna, har grannar semjast væl, siga tey í Sands kommunu, har tey skjótt fáa fleiri nýggj grundstykki at byggja á.

Sands kommuna hevur sagt, at her verða 34 nýggj grundstykki, og um hesar leiðir ætlar kommunan eisini at byggja nýggjan barnagarð. So, hetta verður eitt livandi og spennandi øki, tá tað er bygt.

Arbeiðið við nýggju útstykkingini hjá Sands kommunu á Skarðsbøi gongur eftir ætlan.

 

- Teir eru nú komnir so mikið langt við sjálvari útstykkingini, at liðugt er at spreingja.

 

Tað siga tey í Sands kommunu, har entreprenørfyritøkan, J&K Petersen, er í holt við nýggja útstykking. 

 

Sagt verður, at tveir triðingar av grundstykkjunum eru liðugt planerað, og arbeiðið at leggja leiðingar byrjar í næstu viku.

 

Nakað av gróti skal koyrast av økinum aftrat.

 

- Arbeiðið verður sum ætlað liðugt um mánaðarskiftið november/ desember í ár, siga tey í Sands kommunu.

 

Leiðsla og arbeiðsfólk hjá J&K Petersen eru sera fegin um vælvild og tolsemi, sum sandingar hava víst.

 

- Serliga veita tey grannalagnum, sum stundum hevur verið órógvað av arbeiðnum, eina tøkk.

 

Í Sands kommunu siga tey, at nærmastu grannar fleiri ferðir hava borið arbeiðsfólkinum bæði pannukøkur, bollar og heimabakaðar vaflur.

 

- Eydnan er at finna, har grannar semjast væl, leggur kommunan aftrat.

 

Sands kommuna hevur sagt, at her verða 34 nýggj grundstykki, og um hesar leiðir ætlar kommunan eisini at byggja nýggjan barnagarð. So, hetta verður eitt livandi og spennandi øki, tá tað er bygt.