Her verður ferðslan tarnað í tveir tímar í dag

Fólk eru vælkomin at standa fram við vegnum og vinka

Í dag skipar LGBT fyri Faroe Pride rekkjukoyring í Havn og á Skálafjørðinum. Hetta hevur við sær at ferðslan verður nakað tarnað í tíðarskeiðnum frá klokkan 17 til klokkan 19.

 

LGBT sigur, at rekkjukoyringin fer av Sundi klokkan 17 og koyrir síðan ígjøgnum Eysturoyartunnulin og fer upp á Strondum. Haðani verður koyrt eftir niðara vegi og til Skála, har tað so verður koyrt eftir Skákinum niðan á landsvegin og síðan Skálafjørðin runt eftir høvuðsvegum allan vegin, har leiðin so gongur í gjøgnum Eysturoyartunnulin á Toftum aftur til Havnar. 

 

 LGBT sigur, at Tá íð tey koma til Tórshavn umleið klokkan 18, gongur leiðin framvið úti á Gøtu, oman Løgmannabreyt, eftir Vegnum langa, oman Sundsvegin, framvið Norðurlandahúsinum og eftir Marknagilsvegnum, yvir um brúnna til Argir, oman eftir Traðagøtu og Støðlagøtu, framvið Eikini og Landssjúkrahúsinum, oman eftir Jóanesar Patursonargøtu og so steðga tey eina eina lítla løtu í Steinatúni. Tá ið bilarnir koyra viðari úr Steinatúni umleið klokkan 19, er Pride-rekkjukoyringin liðug.

 

Fyriskipararnir siga, at tey sum ikki koyra við, eru vælkomin at standa við vegin og vinka, tá ið koyrt verður framvið,