Her vinnur B36 móti Víkingi

Video: Her ber til at síggja samandráttin frá dystinum millum B36 og Víking

B36 er á kós ímóti at endurvinna Føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. B36 vann í dag oddadystin móti Víkingi 1-0, og er nú fimm stig frammanfyri NSÍ á øðrum plássi í deildini, samstundis sum at B36 hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ.

Hóast Víkingur hevði fleiri góðar møguleikar at leggja seg á odda, so var tað heimaliðið, B36, ið skoraði einsamalla málið í dystinum. Málskjúttin var hin sami sum so ofta áður, Lukasz Cieslewicz.

Við at trýsta á videoklippið omanfyri, ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum. Upptøkurnar eigur Jóhan Thomsen.