Á Herberginum gera tey millum 5000 og 6000 døgurðar um árið og umframt tað, sum búfólkini fáa, eru tað eisini fólk, sum koma úr býnum og inn á gólvið at fáa sær ein døgurðabita.
- Vit hava tað, vit rópa “dagsentur”, har fólk kunnu koma í tímunum millum klokkan 14 og 16.30 at fáa sær eina heita máltíð. Her kunnu fólk eisini fáa eitt brúsubað og vaska síni klæði.
Tað sigur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum.
Hann vísir á, at tey, sum vanliga koma inn á gólvið at fáa sær eina heita máltið, eru fólk, sum búgva í býnum, men sum eru einsamøll og hava ymiskar avbjóðingar.
Herbergið hevur eisini hitastovuna, sum letur upp klokkan 08 og er opin til klokkan 21 á kvøldi. Her kunnu fólk sita og hyggja í sjónvarp ella spæla kort, og her er altíð kaffi, køkur og breyð.
Um morgunin er vanliga eisini ein morgunandakt í hitastovuni. Tá hitastovan letur aftur klokkan 21, letur Herbergið upp, og tá kunnu fólk, sum ongastaðni hava at vera, fáa eina madrassu fyri náttina, og her kunnu tey vera til klokkan 10 morgunin eftir.
- Vit hava tvey kømur, har fólk kunnu liggja á madrassum, men hetta er ikki nøkur varandi loysn hjá nøkrum. Eingin verður koyrdur út, men okkara sosialráðgevi vil altíð royna at hjálpa fólki víðari, sigur Martin Kúrberg.
Ein onnur skipan, sum Herbergið eisini tekur sær av, er, at koyra mateskjur út av húsinum til einar 300 til 400 familjur um árið.
- Vit hava fleiri handilsfyritøkur og reiðarí, sum stuðla okkum, og tað eru hesir stuðlar sum gera, at vit kunnu veita hesa tænastu, har tørvurin er størstur, sigur Martin Kúrberg.