Herða nú stríðið ímóti rúsevnum í Føroyum

Politikarar heita nú á Karsten Hansen um at kanna, hvussu umfatandi misbrúkið av rúsevnum er í Føroyum


Tað er skilagott at herða stríðið ímóti rúsevnum í Føroyum.

Tað halda fleiri flokkar í Løgtinginum.

Uppskotið hjá Karsten Hansen landsstýrismanni í heilsumálum, um at herða lógina um rúsevni, fær góða undirtøku í Løgtinginum.  

 

Lógin um er í gildi nú, er ov avmarkandi, tí hon fevnir ikki um fleiri av teimum nýggju sløgunum av rúsevnum, sum er komin fram hesi seinastu árini.

 

Endamálið við broytingunum, Karsten Hansen nú vil hava Løgtingið at seta í gildi, snúgva seg í høvuðsheitum um, at fleiri evnir kunnu verða fevnd av reglunum um rúsevni.

 

Lógin, sum nú er, fevnir um rúsevni, men nú verður hon broytt til at fevna um heilar bólkar av slíkum evnum.

 

Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt málið og har er full semja um at taka undir við tí.

Allir flokkar, uttan Sjálvstýrisflokkurin, eru umboðaðir í nevndini.

 

Nevndin tekur undir við, at lógin verður herd soleiðis, at fleiri evni verða fevnd av reglunum um rúsevni.

 

Hinvegin er tað greitt, at hóast lógin nú verður herd, fevnir hon ikki um hassjfræ, sum tað er loyvt at innflyta, tó at tað ikki er loyvt at dyrka.

 

Men tað er eisini greitt, at Heilsumálaráðið arbeiðir við at broyta lógina, so at tað eisini verður ólógligt at innflyta fræ.

 

Trivnaðarnevndin heldur, at tað er týdningarmikið, at hassjfræið eisini verður gjørt ólógligt, ongantíð ov skjótt.

 

Harafturat heldur nevndin, at Karsten Hansen átti at sett eina kanning í verk, sum lýsir støðuna við rúsevnismisnýtslu í Føroyum.

 

Hetta kundi verðið gjørt í samband við arbeiðið at gera ein rúsdrekka- og rúsevnispolitik, har ein frágreiðing væntandi fer at verða løgd fyri Løgtingið í næstum, heldur Trivnaðarnevndin.

 

Talan er um eina  danska lóg, sum skal setast í gildi í Føroyum eisini.

Men Karsten Hansen hevur gjørt greitt, at hann ætlar ikki at seta tann partin av donsku lógini í gildi í Føroyum, sum gevur loyvi til at skipa serlig støð, til misnýtarar at taka rúsevni undir tryggum umstøðum, heldur enn at teir ganga á gøtuni.