Jákup Mikkelsen vardi málið, tá Herfølge mikukvøldið royndi at betra um samlaðu myndina av luttøkuni í Europa Cup fyri meistaralið. 36.141 áskoðarar vóru á Ibrox í Glasgow. Tað er størsta áskoðaratalið, sum Herfølge nakrantíð hevur spælt fyri, og Jákup Mikkelsen hevur heldur ikki á landsliðnum havt so nógvar áskoðarar rundanum seg.
Í fyrra dystinum var tað ein stórur trupulleiki, at Herfølge spælararnir tóktust stívir og tungir. Soleiðis var tað ikki hesa ferð. Herfølge spældi av lívsins kreftum frá fyrsta bríksli. Tað verður sagt, at talan var um nógvar nærdystir. Dómarin var í so lagaligur, og tí stóðust nógvar harðligar støður burturúr. Í 2. hálvleiki varð Jörg Albertz, týski miðvallarin sum í fyrra dystinum gjørdi eitt frágera gott mál upp á langskot, borin av vøllinum. Hann hevði fingið ein løst í knæi, og í gjár bóru teir ótta fyri, at talan var um skaða, sum fór at halda honum burtur frá vøllinum í langa tíð.
Øll málini komu eftir steðgin. Í 48. minutti skoraði Rod Wallace eftir flatt innlegg, í 78. minutti stútaði Allan Johnsson í kassan eftir hornaspark, og í evstu løtu var tað Andrey Kanchelskis, sum staðfesti 3?0 sigurin. Hann var komin inn um verjuna, og tá Jákup Mikkelsen kendi seg noyddan at leypa út, var fyrrverandi Manchester United maðurin kaldur og lyfti upp um málverjan.
Herfølge fær ein nýggjan møguleika í Europa Cup. Í dag verður lutur kastaður um, hvussu liðini í UEFA kappingini skulu hittast. Tá verður Herfølge í trumluni, og so mugu vit bara vóna, at altjóða luttøkan ikki fer at órógva Herfølge, sum hon higatil tykist hava gjørt.
Sunnudagin skal Herfølge spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti AGF.