Tann 9. mai varð ein Herfuglur sæddur beint uttan fyri bygdina í Bø. Hetta er sera sjáldsamur fuglur um okkara leiðir, men hevur tó verið sæddur í Føroyum áður.
Gutti Petersen í Sandavági var hendan dagin sjálvur fjórði farin ein túr Norður í Haga uttanvert Bø. Á veg heim aftir í bili, sóu øll fýra fólkini hendan sjáldsama fuglin sita beint heiman fyri Ryssugilið.
Gutti Petersen sigur, at hann var beinan veg greiður yvir, at talan var um ein herfugl. Hann kendi hann frá myndum á tí sjáldsama høvuðprýðinum, fuglurin hevði.
Hann steðgaði bilinum og skundaði sær út við myndatóli at royna at fáa eina mynd av honum. Men tá fleyg fuglurin undan, og mynd fekst eingin. Tey sóu kortini fulgin fara heimeftir, og fylgdu honum í bilinum, til tey mistu hann burtur, tá hann fleyg oman um vegin á Stelkaskorum.
Herfuglur eigur í Suðureuropa suðuri við Miðalhavið. Hann ferðast av og á norðureftir, men er sera sjáldamur os norðalaga sum í Føroyum.
Tó er hann sæddur her fyrr, veit Gutti Petersen, at siga. Og eisini í Vágum. Tá hann segði einum sandavágsmanni, sum skil hevur á slíkum, frá hesum fuglinum, visti hesin at siga, at fyri nørkum árum síðan varð ein annar sæddur í Lírurðunum beint norðanvert bygdina í Sandavági.