Útjaðari
Suðuroy: ? Hetta er gróðursettur ørskapur
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, er ógvuliga hvassorðaður ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at flyta ætlaða miðnámsskúlan úr Vági og leggja hann í ein skúladepil í Hovi og at byggja eitt røktarheim í Vági ístaðin.
Hergeir Nielsen er løgtingsmaður fyri Suðuroynna og vit hava spurt hann, hvat hann heldur um hesa ætlan.
? Hetta er fullkomiliga vitleyst og eg eri púra sannførdur um, at einasta endamálið við hesum er at forkoma miðnámsskúlanum í Vági.
Hergeir Nielsen heldur, at við hesum hevur landstýrið tveitt ein brand inn í eitt mál sum varð loyst og sum friður valdaði um.
? Og tað er rætt og slætt ein ófyrigevilig synd av løgmanni og teimum báðum løgtingsmonnunum úr Suðuroy í samgonguni, Johan Dahl og Hendriki Old, soleiðis at seta suðuroyingar upp ímóti hvørjum øðrum í einum máli, sum semja var um.
Vildu ongantíð hava skúlan í Vági
Hergeir Nielsen, sum eisini býr í Vági, sigur, at tað kravdi stríð í fleiri ár at fáa undirtøku fyri at byggja miðnámsskúla í Suðuroy.
? Umsíðir eydnaðist tað at fáa undanfarnu samgongu at raðfesta miðnámsskúlan í Vági fremst og semja fekst harafturat at um at byggja hann í Vági.
Løgtingsmaðurin sigur, at tað hevur altíð verið hørð mótstøða ímóti at skúlin verður bygdur í Vági og hann er púra sannførdur um, at hetta nýggja tilboðið til Vágs býráð er onki annað enn tað seinasta átakið hjá ávísum politikarum at forkoma miðnámsskúlanum í Vági - eisini politikarum úr Suðuroy.
Hann er sannførdur um, at verður pilkað við ætlanina nú, verður skúlin forkomin.
Hvat skal samgongan, sum eisini er mannað við fleiri suðuroyingum, fáa burturúr at forkoma skúlanum?
?Teir hava rætt og slætt ongantíð viljað, at skúlin skuldi byggjast í Vági. Teir vilja ikki, at nakað skal vera í Vági og tí royna teir at forkoma teimum ætlanum, sum eru um framburð í Vági.
Og at flyta miðnámsskúlan í ein skúladepil í Hovi, saman við heilsuskúlanum, er fubb, tí løgmaður hevur sjálvur á tingsins røðarapalli tosa um vandan við at flyta heilsuskúlan av Tvøroyri, tí tað mátti ikki henda, at hann varð fluttur av Tvøroyri.
? Tí er tað bara uppá kvamsvís, at landstýrið nú tosar um at flyta skúlan til Hovs.
Hetta verður eisini undirbygt av, at ongin tíðarætlan fylgdi við tilboðnum hjá landsstýrinum til Vágs Býráð.
Eru ikki so frægt sum spurd
Hergeir Nilsen sigur, at hóast allar kommunur í Suðuroy skulu vera saman um at byggja eitt røktarheim í Suðuroy, vendir landsstýrið sær bara til Vágs Kommunu og tað er heilt óskiljandi.
? Tað merkir, at hinar kommunurnar í oynni eru ikki so frægt sum spurdar.
Hann vísir á, at landsstýrið hevur harafturat onki sagt um, hvussu eitt møguligt røktarheim skal fíggjast.
? Er ætlanin at allar kommunurnar skulu betala sín part, er tað undrunnarvert, at ongar aðrar kommunur, enn Vágs Býráð, eru spurdar.
?Men er ætlanin hinvegin, at landið skal fíggja byggingina, stendur tað tað altíð landstýrinum frítt fyri at byggja eitt røktarheim, hvar tað skal vera í Suðuroynni, tí eg ivist ikki í, allar kommunur í oynni høvdu fegnar útvegað grundstykki til endamálið.
? Vil landsstýrið byggja røktarheim í Suðuroy, vænti eg eisini heilt avgjørt, at peningur er settur av til endamálið á fíggjarlógini fyri næsta ár og sum verður løgd fyri tingið nú fyrsta dagin.
Hergeir Nielsen dugir annars væl at síggja fíggjarligu fyrimunirnir í at leggja fleiri skúlar saman.
? Eg havi sjálvur verið við til at gjørt uppskot fram um at byggja ein skúladepil í Hovi. Men tað datt niðurfyri og ístaðin varð gamla posthúsið í Vági bygt um til skúla.
?Síðani tann dag hevur ongin rødd í løgtinginum mælt ímóti, at tann nýggi skúlabygningurin skuldi byggjast í Vági. Og tí er tað heilt ófyrigeviligt, ivi nú verður sáddur um málið.
?Við hesum hevur landsstýrið sett suðuroyingar upp ímóti hvørjum øðrum í einum máli, har friður valdaði og sum ein loysn er funnin á.
Kortini ivast hann í, hvørjir fyrimunir eru í at leggja tveir so ymiskar skúlar sum ein miðnámsskúla og ein heilsuskúla saman
Annars var vanliga hugsanin, at tað var skilagott at byggja heilsuskúlan á Tvøroyri, har sjúkrahúsið er.
? Og mítt uppskot var at sjúkrasystraskúli harafturat skuldi byggjast upp at sjúkrahúsinum á Tvøroyri, saman við heilsuskúlanum, tí tað eru tveir skúlar, sum líkjast, sigur Hergeir Nielsen.