HB og Heri Hjalti Mohr hava í dag skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fram til kappingarlok. Tað boðar HB í dag frá.
FaroeSoccer veit at siga, at 28 ára gamli verjuspælarin higartil hevur spælt 133 dystir í Meistaradeildini, har hann hevur skorað fýra mál. Tann síðsti var í 27. umfari í 2023.
Síðstu árini hevur Heri Hjalti Mohr verið uttanlands, men nú er hann aftur í Føroyum og Gundadali og HB. Leygardagin var hann á liðnum, tá ið HB liðið í 1. deild tapti 2-1 á útivølli ímóti FC Suðuroy.












