Hetta er ein uppgerð við blokkpolitikkin

– Stendur tað til mín, so er einki til hindurs fyri, at alt Løgtingið er við, segði Beinir Johannesen, nývaldur løgmaður

Klokkan 14 varð skipað fyri móttøku í Tinganesi í sambandi við at nýggjur løgmaður er valdur í dag, og at nýtt landsstýrið er skipað.

Tað var Aksel V. Johannesen sum legði fyri við røðu á móttøkuni, har hann handaði nýggja løgmanni lyklarnar til Tinganes, so sum sigur er.

Beinir Johannesen takkaði fyri álitið, sum sær er litið upp í hendi at standa á odda fyri landinum.

– Samgongan skapar fortreytir fyri einin nýgjgari og savnandi bytrjan í føroyskum politikki. Vit ikkibara mæla til samstarv, men standa saman um eina breiða samgongu, sum kann fremja tað í verki, segði nýggi løgmaðurin og helt fram.

– Hetta er ein uppgerð við blokkpolitikkin, sum hevur eyðkent føroyskan politikk í alt ov langa tíð. Stendur tað til mín, so er einki til hindurs fyri, at alt Løgtingið er við í fleiri av málsetningunum, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri.

– Føroyska samfelagið og vit politikarar hava skyldu til at finna semnur og loysnir øllum Føroyum at frama, segði Bárður Johannesen.

– Eg haldi veruliga, at Føroyar eru millum heimsins bestu samfeløg at liva og virka í. Tað er mín ábyrgd komandi fýra árini at tryggja at hesar oyggjar standa eins stinnar, helst stinnari, tá tíðarskeiðið er av, segði løgmaður.

– Tað var einaferð ein sum segði, at tað hevur minni at siga hvat ummæli tú fært, tá tú setur teg í sessin. Tað týdningarmesta er, hvat ummælið er tá tú fert úr sessinum aftur. Eg fari undir hesa uppgávu við størstu virðing og eyðmýkt, segði Beinir Johannesen, løgmaður, sum síðani tilnevndi tey seks landsstýrisfólkini.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##