Heri er svínoyingur. Foreldrini eru Fríðgerð og Heini Joensen. Fríðgerð er ættað úr Heimistovu í Svínoy, og Heini var ættaður har Heimi í Svínoy. Heini doyði 18. august í ár, og Fríðgerð býr í Svínoy. Heri eigur eina systur. Hon eitur Anna Jórun Heinadóttir, og hon býr í Havn.
Inntil Heri var tíggju ára gamal, búðu hann og foreldrini saman við einari abbasystir og einari aðrari eldri skyldkonu. Frá teimum og so mongum øðrum tilkomnum og eldri fólkum í heimbygdini, ið Hera sum skúladrongur dámdi væl at vitja og fregnast hjá og at lurta eftir, fekk hann nógvan førning, sum stavar frá farnari tíð, og sum nú er kámt og ikki sørt ókent millum nútíðar føroyingar.
Heri fekk góða skúlagongd í Svínoy, har Karl Justinussen var lærari øll árini, sum Heri saman við einum 10-15 øðrum børnum gekk í skúla. Hann tók realprógv í Hoydølum í 1974, og í 1977 leyk hann nýmálsligt studentsprógv. Merkisvert var tað, at tað í hesum flokkinum vóru fýra studentar, sum nú mannað prestastættina. Umframt Hera vóru teir Uni Næs, Ólavur Rasmussen og Jógvan Fríðriksson.
Eftir árini í Hoydølum var Heri vikarur í Svínoy í eitt ár. Í 1978 fór hann undir gudfrøðislestur á gudfrøðisdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Gudfrøðisdeildin var tá tvey ára gomul. Tey fýra omanfyri nevndu lósu har saman við Armgarð Arge, sum nú er gudfrøðingur í Útvarpinum.
Í 1981 fór Heri til Íslands, har hann helt fram við lestrinum á Háskúla Íslands. Hann leyk gudfrøðisligt embætisprógv í Reykjavík miðskeiðis í áttati árunum. Umframt gudfrøðislesturin leyk Heri eisini prógv í sálarfrøði og námsfrøði í Íslandi.
Árini í Reykjavík arbeiddi Heri innan síni virkisøki. Eitt nú við at hjálpa teimum at koma fyri seg aftur, ið lagnan ikki hevði verið so blíð við.
Størsta fongin, sum Heri fekk við sær heim úr Íslandi, var konan. Birna er ættað úr sveitini á Norðurlandinum. Hon er bóndadóttur, og tey bæði hittust, tá ið hon las búskaparfrøði. Heri er bygdarmaður, sum hevur megnað ógvuliga væl samstundis at vera prestur í høvuðsstaðnum. Birna er bygdargenta, sum harvið sjálvsagt hevur havt lætt við at finna stevið í Svínoy, og sum er góður fulltrúi í heilsu- og almannaráðnum.
Birna og Heri eiga tvey børn Heini (1990) og Bryndis (1994).
Í 1989 tók Heri við kallinum sum prestur í Suðuroyar sunnara prestagjaldi. Hann var níggju ár í Vági, hann heldur nógv av suðuroyingum, og teir halda nógv av honum og teimum. Heri er vinsælur menniskjakennari, og hann hevur stórt fólkatekki. Innlitið í ætt og slekt er framúr, bygdarsøgurnar kennir hann allar, og barnaárini í Svínoy, skipstúrarnir í lestrartíðini og árini í Íslandi eru góð fyritreyt fyri innliti í lívið hjá føroyingum.
Eftir níggju góð ár í Vági tók Heri við kallinum í høvuðsstaðnum. Eisini her er hann væl lýddur og nógv eftirspurdur. Um tað er í Vesturkirkjuni ella á bygd, so er skoðsmálið gott. Tað gongur nógv fólk í kirkju, og heitt verður á Hera um at hava eina rúgvu av kirkjuligum tænastum og at vera við til tiltøk av ymsum slagi. Starvsfelagar siga, at tað eyðkennir prædikurnar, at tær eru lætt fatiligar og við dýpd í. Heri heldur seg væl til tekstin, og samstundis er hann meistari at nýta myndir úr bygdarlívinum.
Bæði í miðnámsskúlanum í Vági og í Hoydølum hevur Hera dámt væl at havt møguleika at undirvísa. Hann hevur undirvíst í sálarfrøði, latíni og religión.
Í avmarkaðu frítíðini dámar Hera væl at vitja í Svínoy, har hann fæst við hoygging, seyð og annað bygdarlív, sum hann er uppvaksin í og við, og sum hann framvegis hevur stóran tokka til.
50 ára føðingardagin er tað frá klokkan fýra seinnapartin opið hús í prestagarðinum við Landavegin.
J