Hann er føddur í Hvalvík 7. apríl 1925, harhann hevur búð mest sum alla sína lívstíð. Herluf er sonur Jógvan og Jóhonnu Joensen á Heygum, bóndahjún í Hvalvík. Er giftur við Óluvu, dóttur Poul og Sannu Andreassen av Oyrarbakka. Herluf og Óluva eiga fýra synir: Jógvan Páll, Súni, Jeffri og Halldórur, umframt átta abba- og ommubørn: Beinta, Hallur, Bjørt, Pól, Brian, Allan, Talita og Óluva.
Hann fekk tíðliga saman við elstra bróðrinum ábyrgdina av arbeiðnum á garðinum. Faðirin, Jógvan av Heygum, var sjúkur og doyði longu tá Herluf var 16 ár. 19 ára gamal fór hann til Íslands at arbeiða á bóndagarði. Heimaftur komin var Herluf til skips, og aftan á arbeiddi hann á Hvalastøðini við Áir.
Gravkúgvin, sum Hvalvíkar kommuna keypti, nevnd Hvalvíkskúgvin, kom í 1950, og fekk Herluf tilboðið at vera traktorførari. Hetta var einasta gravkúgv í landinum og kom eisini at verða ein kollvelting innan vegagerð í Føroyum. Fyrsti vegur, sum varð gjørdur við gravkúgv, var millum Hvalvík og Áirnar og síðan Hósvík og Áirnar. Landsverkfrøðingurin sá stóra framstigið og vildi hava gravkúnna til Vestmanna at hjálpa SEV við vatnútbyggingini. Eftir tingingar við Hvalvíkar kommunu varð farið um fjallið við gravkúnni til Vestmanna.
Í 1956 avger Landsverkfrøðingurin at keypa gravkúgv og bjóðar Herlufi at føra hana, og hann tekur av. Síðan byrjar tíðarskeiðið við vegagerð við maskinu hjá landinum. Byrjað varð á Skipanesi og inneftir. Seinni varð farið til Suðuroyar at gera veg millum Hov og Tvøroyri. Eitt tíðarskeið búði Herluf við familju við Gjógv, meðan vegurin Gjógv-Funningur og Eiði varð gjørdur. Og eitt tíðarskeið í Vík, meðan vegurin Tjørnuvík-Streymnes varð gjørdur. Nú var gongd komin á vegagerðina og fleiri maskinur vórðu keyptar inn. Herluf tók ímóti teimum nógvu fyrstu maskinunum, og varð stórt álit víst honum í hansara yrki hjá Landsverkfrøðinginum. Hann arbeiddi sum traktoraførari hjá landinum í samfull 40 ár.
Herluf hevur altíð átt bát og dámar serstakliga væl at vera á floti og til útróðrar. Seinnu árini sjálvandi sum stuttleikatúrar. Seyðahaldið hevur fylgt honum alt lívið og í egnum seyða- og hoygghúsi kunnu nógvar løtur koma og fara uttan at ein varnast tíðina.
Tær og konu tíni verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum. Vónandi fáa tit ein góðan og hugnaligan dag.
Vinarlig heilsan
Synir við familju