Herluf Sigvaldsson gevst í Fiskimálaráðnum

Fær løn í 14 mánaðir og síðani tænastumannapensjón

Kringvarpið visti í morgun at siga, at Herluf Sigvaldsson gevst sum samráðingarleiðari hjá Fiskivinnumálaráðnum. Gjørt er ein fráfaringaravtala, sum gevur honum løn í 14 mánaðir frá 1. november at rokna. Eftir tað, og tað frá 1. januar í 2027, fær hann tænastumannapensjón.

Hví samstarvið er enda, sigur fráfaringar einki um, sambært Kringvarpinum.

Herluf Sigvaldsson hevur áður verið aðalstjóri, og var tænastumannasettur ráðgevi í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum síðani 2013. Hann skal vera tøkur 31. oktober í ár at lata frá sær allar arbeiðsuppgávur til onnur starvsfólk í Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum.

Hann skal eisini í seinasta lagi tann dagin, 31. oktober, lata ráðnum lyklar og arbeiðsamboð, skrivar Kringvarpið.