Herman á fløgu

.

Nú verður plátan, har Herman Jacobsen syngur Evert Taube týðingar, endurútgivin á fløgu. Útgávan kom sum pláta og band í 1984. At hon nú verður endurútgivin á fløgu gleðir helst mong, tí plátan hevur verið útseld í nøkur ár og stendur í dag, sum ein av sjónligu varðunum í føroyskum tónleiki. Tað er H.C.W. Tórgarð, ið gevur út.

Á útgávuni leikar Ad Libitum og var manningin í 1984 henda. Heðin Thomsen, Thomas M. Smith, Poul Engberg Poulsen, Hans C. Clementsen, Finnbogi Johannesen, Niels Olsen, Kolbein Simonsen og Brandur Øssurson

Milson Zachariassen tók upp og nýggja digitala búnanum hevur Jónheðin Tróndheim, ÚF, tikið sær av.

Í húsanum sigur Brandur Øssurson m.a. soleiðis:

Longu á norðurlendsku vísusangarastevnuni, sum Roland Thomsen skipaði fyri í Læraraskúlahøllini í 1972, tá ið Birgitte Grimstad, Olle Adolphsson og onnur góð fólk vóru við, varnaðust áhoyrararnir, at Hermann, sum vit øll kendu, ikki stóð aftari enn øll hini kendu norðurlendsku nøvnini. Tulking og framførsla hansara vóru reinmeintar, ið er eyðkenni fyri, at tað at frambera eina vísu er meira enn at syngja ein sang. Hesar gávur sýndi hann tá, og mangan hevur hann sýnt okkum tær síðan. Sum tann ektaði vísusangari, Hermann er, púra óskúlaður og í sælari vankunnu um tað meira ástøðiliga í tónalistini, hevur hann einans reglu at halda seg eftir: sín holla musikalska sans. Uttan at duga nærri at greina, hvat ið treytar samljóð, hoyrir hansara innara oyra bæði fyrstu, aðru og triðju rødd, og sum oftast eisini, hvat ið bassurin skal spæla.

Ad Libitum hevur í mong ár havt samstarv við Hermann, og teir kenna hansara máta at venja nýggj løg. Tað ótroyttiliga arbeiði, teir hava lagt úr hondum, hevur havt alstóran týdning fyri dygdina á hesi plátu.