Í morgun komu trý herskip inn á Havnarvág.
Talan er um trý av teimum fimm skipunum av hesum slagi, ið vitja í Tórshavn í døgunum 3.-6. mai.
Skipini, sum verða at síggja á Havnarvág komandi tríggjar dagarnar, hoyra til NATO MCM Group1 og eru úr Póllandi, Týsklandi, Belgia, Hollandi og Noregi.