Herurin fer ikki at brúka makt

Egyptiski herurin kunngjørdi seinnapartin, at hann fer ikki at brúka makt ímóti mótmæloisfólkinum í Kairo og øðrum býum. Í kunngerðini frá herleiðsluni stendur eisini, at herurin metir krøvini hjá fólkinum vera innan fyri lógarinnar karm.

-Vit viðurkenna fyri egyptiska fólkinum, at fólksins krøv eru lóglig. Vit hava ikki brúkt og fara ikki at brúka makt ímóti egyptiska fólkinum, sigur herurin í kunngerðini.

Samstundis segði ein talsmaður fyri herin við almennu tíðindastovuna Mena og tað almenna sjónvarpið, at fólk fáa rætt til at siga sína hugsan.

Andstøðan hevur boðað frá einari stórari mótmælisgongu í Kairo í morgin, men longu í kvøld eru fleiri túsund fólk á Tahrir-torginum í miðbýnum.