Herverk framt móti hølunum hjá Giza Hoyvík

Umfatandi herverk hevur verið framt í felagshølunum hjá Giza Hoyvík seinastu dagarnar

Fótbóltsfelagið Giza Hoyvík, sum heldur til í gamla bridgehúsinum í Gundadali, hevur seinastu dagarnar verið út fyri stórum herverki. Á Facebook síðuni hjá Giza Hoyvík, sóknast felagið eftir upplýsingum um herverkið sum er gjørt í felagshølunum.

 

Flest alt í hølunum er endavent, fløskur eru brotnaðar við at tveita tær inn í veggin, og vørur, so sum góðgæti og ymiskt annað er stolið. Harafturat er turkitrumlan tveitt og hevur fingið stóran skaða, umframt at aðrir lutir eisini hava fingið tað.

 

Giza Hoyvík skrivar at talan helst hevur verið um innbrot, har ball og herverk er samanrunnið. Um onkur heldur seg hava upplýsingar um innbrotið, kann viðkomandi seta seg í samband við Giza Hoyvík, ið altso sóknast eftir upplýsingum.