Hesi eiga vakrastu seyðir í Føroyum

Í gjárkvøldið vórðu vakrastu seyðirnir í landinum kosnir, og virðislønir fóru heilt av Viðareiði til Sumbiar

Í gjárkvøldið varð greitt, hvør eigur tann vakrasta seyðin í Føroyum. Tað varð avdúkað Búnaðarstovuni í Kollafirði, har úrslitini av landsumfatandi seyðasýningini í ár, vórðu kunngjørd.

 

Har fingu vakrastu veðragjólingarnar, vakrastu, veturgomlu veðrarnar, og vakrastu, eldru veðrarnir, virðisløn.

 

Á hvørjum heysti eru seyðasýningar kring landið, har sýnarar døma seyðin og velja teir vakrastu seyðirnar, sum síðani verða sýnaðir av útvaldum sýnsmonnum frá Búnaðarstovuni.

 

Teir ferðast um landið og sýna seyðirnar og somuleiðis taka teir myndir og videofilm av seyðunum.  

 

At enda verður so avgjørt, hvørjir seyðir eru ávikavist nr. 1, 2 og 3 í hvørjum av bólkunum: Veðragjólingar, veturgamlir veðrar og eldri veðrar.

 

Búnaðrstovan sigur á síni heimasíðu, at úrslitini vóru hesi:

 

Veðragjólingar:

1. Virðisløn: Tummas í Niðristovu, Vestmanna, Heygahagi, innara helvt

2. Virðisløn: Sørin Petersen, Viðareiði, Eystur við Egg

3. Virðisløn: Thorvald Lützen, Syðradalur S, Syðradalshagi, syðri partur

 

Veturgamlir veðrar:

1. Virðisløn: Esmar Sørensen, Viðareiði, Úti í Líð

2. Virðisløn: Búnaðarstovan, Kollafjørður, Heygshagi

3. Virðisløn: Sólfinn Kjærbo, Sumba, Eystari Húshagi

 

Eldri veðrar:

1. Virðisløn: Jákup Jacobsen, Syðrugøta, Fyri Handan Eið, Heiðar

2. Virðisløn :Thorvald Lützen, Syðradalur S, Syðradalshagi, syðri partur

3. Virðisløn: Øssur Andreasen, Kvívík, Frammi í Haga

 

Á heimasíðuni hjá Búnaðartovuni, sum er www.bst.fo, eru fleiri myndir av seyðunu, sum vunnu, umframt videoklipp av seyðunum