Hesi eru í uppskoti til ársins leiðara

Topp 3 Ársins leiðarar 2024 innan tað privata og almenna funnir

Fyri 20. ferð verða ársins leiðarar kosnir, ein innan tað almenna og ein innan tað privata. Endamálið við Leiðaradegnum er at seta leiðslu á breddan í Føroyum og at heiðra tey, ið hava skara framúr innan leiðslu. 

Øll kunnu tilnevna ársins leiðarar og nógvar góðar tilnevningar komu inn. Ein væl skikkað dómsnevnd hevur arbeitt við at finna fram til hvørji eiga at vera í topp 3.

Limir í dómsnevndini eru Ingibjørg Berg, Hedvig Johansdóttir og Johnny í Grótinum.

– Ársins leiðari er tignarligasti heiður, ein leiðari í Føroyum kann fáa, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Dómsnevndin hevur nú peikað á topp 3 innan tað almenna og tað privata. 

Hesi eru í Topp 3 innan tað almenna – í stavrað fornavn:

Hákun Djurhuus, SEV

Jóngerð Guttesen, Roðin

Regin Marnersson, Skúlin á Fløtum

TOPP 3 innan tað privata - í stavrað fornavn:

Ingunn Eiriksdóttir, stjóri, Betri Trygging

John Eli Olsen, stjóri, El-service

Ósbjørn Jacobsen, Henning Larsen

Kjósanin verður stroymd á portal.fo kl. 16.45 fríggjadagin 26. januar

Fylg við á portal.fo kl. 16.45, tá Ársins leiðarar verða kosnir.

Skráin fyri Ársins leiðaradag 2024:

Suni Justinussen, Ársins privati leiðari 2023 | Setir dagin 

Søren Schultz Hansen, vinnugranskari | Hvussu leiðir tiltrekkir, motiverar og fastheldur tú yngra ættarliðið?

Leif Abrahamsen, Ársins almenni leiðari | Úr skjáttuni

Elisa Vang | Stand Up

Marius Ziska | Frálíkir tónar

Martin Thorborg | Finn tín egna stíl og fá sukse sum leiðari

Kjósan av Ársins leiðarum 2024

Jubileumsveitsla | Húsagarður