Ársins málverjar í føroyskum fótbólti eru nú kosnir. Tað eru teir á tiltakinum Fótbóltsgalla 2018, sum er í Reinsarínum í Havn í kvøld, og sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya.
Ársins málverji hjá monnum er málverjin hjá nýklaktu meistarunum úr HB, nevniliga Teitur M. Gestsson. Hann og HB hava havt eitt framúr ár, har tað einans fóru 18 mál ígjøgnum í 27 dystum í Betrideildini.
Hjá kvinnum var tað somuleiðis málverjin hjá meistarunum, ið fekk heiðurin sum ársins málverji, nevniliga Anna S. Hansen hjá EBS/Skála. EBS/Skála lat 14 mál ígjøgnum í 20 dystum, sum var fæst í deildini.