Fyri løtu síðan gjørdist greitt, hvør hevur fingið Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs, sum eru handaðar í Müllers Pakkhúsi seinnapartin.
Tað var Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini hjá Tórshavnar kommunu, sum beyð vælkomin, og tað var Annika Olsen, borgarstjóri, sum handaði virðislønirnar.
Virðislønarvinnarar gjørdust hesi:
M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir: Sissal Kampmann (Yrkingasavnið Sunnudagsland/ 2016).
M.A. Jacobsens virðisløn fyri mentanaravrik: Simme Arge Jacobsen.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs: Havnar Sjónleikarafelag.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs: Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir
Kórið Tarira sang, og eisini luttóku Kim Hansen og Edward Nyholm Debess við sangi og tónleiki, eins og Tórshavnar kommuna bjóðaði til ábit og drekka.