Hesi hava verið gift í 25 ár

Í dag hava hjúnini Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur og Finn Hansen í Klaksvík silvurbrúdleyp.

 

Finn Hansen er sløkkiliðismaður og leiðari fyri Klaksvíkar sløkkiliði. Elsebeth Mercedis kenna vit best úr politikki. Hon er løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin. Hon varð fyrstu ferð vald á ting í í 2011 og afturvald á valinum i fjør. Hon er eisini býráðslimur í Klaksvík. Har varð hon vald fyrstu ferð á valinum í 2008 og afturvald í 2012.

 

Elsebeth er útbúgvin løgreglukvinna. Hon byrjaði hjá løgregluni í 1988. Fyri ta tíð, 1983-85, arbeiddi hon hjá Postverk Føroya.

 

Elsebeth er uppvaksin í Klaksvík. Hon og Finn eiga trý børn: Ellinor Mercedis Finnsdóttir Hansen, Karl Amadeus Finnsson Hansen og Mathilda Mercedis Finnsdóttir Hansen.