Hesi lata mest í vinningsbýti

Tey 14 føroysku partafeløgini, sum lata mest í vinningsbýti í 2015, hava goldið út 576 milliónir krónur til sínar partaeigarar.

 

Tølini eru úr dátusavninum hjá vinnuvitan.biz. Men av tí, at freistin fyri at lata roknskapir inn ikki er farin enn – og av tí, at nógvir roknskapir vanta at koma inn í skipanina, so kunnu tølini broytast.

 

Men tað felagagið, sum hevur goldið mest út í vinningsbýti er sum vera man Bakkafrost, sum er so nógv tað størsta og sterkasta partafelagið í Føroyum – og sum eisini í norskum og altjóða mátistokki telist millum størstu alifeløg í heiminum.

 

Partaeigararnir í Bakkaforst fingu tilsamans góðar 403 milliónir krónur í vinningsýti fyri roknskaparárið 2015.

 

Næst Bakkafrost er P/F Varðin í Gøtu, sum hevur goldið sínum eigarum 37 milliónir krónur í vinningsbýti. Og á triðja plássi er Smyril Line, sum hevur goldið sínum partaeigarum 30 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

Listin yvir størstu vinningsbýti soleiðis út:

 

1

  Bakkafrost P/f

403.079.000

2

  Varðin P/f

37.000.000

3

  Smyril-Line P/f

30.000.000

4

  Føroya Tele Samtak

25.000.000

5

  NOTIO Framtaksfelag P/f

19.000.000

6

  Magn P/f

9.000.000

7

  Bilasølan P/f

8.000.000

8

  Von P/f

8.000.000

9

  Advokatfelagið við Strond 4 Í/f

7.235.000

10

  Matas Tórshavn P/f

7.000.000

11

  Nolsø Shipping Sp/f

6.600.000

12

  Tavan Sp/f

6.000.000

13

  S. M. S. P/f

5.300.000

14

  Svend Krosstein P/f

5.000.000