Nú er greitt, hvørjir teir tríggir dómararnir í donsku X Factor kappingini verða, tá ið kappingin byrjar aftur í heyst.
Tað verða teir somu dómararnir, sum vóru við í kappingini í ár, sum skulu døma í nýggju kappingini. Tey eru Remee, Thomas Blachman og Mette Lindberg.
Í næstum verða upptøkuroyndir til kappingina, og um ársskiftið byrja kappingarnar á sjónvarpsrásini DR1.
Seinnu árini hava fleiri føroyingar luttikið í kappingini, og helst fer onkur føroyingar at royna seg í komandi kapping eisini.