Nýtt Sjálvstýri skal fyri fyrstu ferð royna seg til eitt løgtingsval við nýggja navninum og nýggja formanninum Jógvan Skorheim á odda.
Saman við sær, hevur nýggi formaðurin savna sær eitt lið við seytjan valevnum, harav fimtan menn og tvær kvinnur.
Talan er um eina blanding av eldri og nýggjum nøvnum, tó nøkur av teimum nýggju ikki eru heilt ókend í føroyskum politikki.
Hesi eru tey seytjan:
Jógvan Skorheim, Klaksvík
Kári P. Højgaard, Saltangará
Bjørn á Heygum, Tórshavn
Pól Jákup Poulsen, Strendur
Zakarias Wang, Hoyvík
Lasse Klein, Saltangará
Rúna Sivertsen, Ánirnar
Bárður Kass Nielsen, Skála
Hans Jákup Hermandsen, Tórshavn
Erhard Jacobsen, Sørvágur
Jóhann Clementsen, Fuglafjørður
Arnfríð Vestergaard Hentze, Sumba
Sofus Hansen, Norðskála
Rúni Jacobsen, Saltangará
Jógvan á Høvdanum, Kunoy
Rógvi Fossadal, Eiði
Ronald Poulsen, Tórshavn