Hesin avger lagnuna hjá KÍ

Lagnan hjá KÍ í Champions League liggur í hondunum á einum eysturríkara

Evropesiska Fótbótboltssambandið, UEFA, hevur boðað frá at KÍ og Slovan Bratislava fáa endaliga boð um útfallið av koronadystinum, sum ongantíð bleiv, í morgin.

Tað er kappingarnevndin hjá UEFA, The Control, Ethics and Disciplinary Body, sum skal taka støðu til um tað verður KÍ ella Slovan Bratislava, ið sleppur víðari til 2. umfar, eftir at upprunaligi dysturin bleiv avlýstur.

Ovastur í kappingarnevndini er Thomas Partl. Hann er føddur í 1947 í Eysturríki, og hevur eina yrkisleið sum dómari í eysturríska rættarskipanini. Hann hevur eisini verið partur av Fótbóltssambandinum í Eysturríki, har hann hevur havt fleiri leiklutir. Hann bleiv limur í kappingarnevndini í 1992, og hevur verið formaður síðani 2006.

Annar av varaformonnunum er Jim Stjerne Hansen, sum var aðalskrivari í danska Fótbóltssambandinum frá 1988 til 2014. Hin varaformaðurin er Sándor Berzi úr Ungarn. Tað eru 13 vanligir limir í kappingarnevndini. Teir eru úr londum sum Týsklandi, Onglandi, Skotlandi, Sveis, Spania, Rumenia, Norra, Portugal, Írlandi, Kekkia og Luksemborg.