Hesin er eisini sumbingur

Tað er nú prógvað, at ein sumbingur er ikki bara ein sumbingur Sunnast í Føroyum í ein útsynning liggur vakra bygdin og brimplássið Sumba.

At sumbingar ikki eru at kimsa at, veit ein og hvør. Men, at tú endar í einum øðrum Sumba, um tú siglir úr Føroyum og í ein útsynning, tað var ikki eiti á fongi.

Tí niðri í Indiska Havinum liggur lítla oyggin Sumba.

Sambært Wikipedia er hon 11.153 km², og roknað verður við, at fólkatalið liggur millum 350.000 og 425.000.

Um vit síðani Googla Sumba og biðja um myndir, so koma tvær púrasta ymiskar verðir til sjóndar.

Portalurin hevur gjørt eitt myndatema yvir Sumba og sumbingar, her og har. So nú kunnu fólk sjálvi meta um nakar samband er millum støðini bæði, og um ikki onkur hargabróður eisini er at finna har.