Hesir skulu avloysa Neymar í Barcelona

Tað kemur illa við í Liverpool, at Neymar er seldur til PSG

Neymar er í dag endaliga seldur til Paris Saint-Germain fyri 1,65 milliardir krónur. “MSN” álopið hjá Barcelona er nú søga. Lionel Messi og Luis Suarez skulu hava nýggja makkara í álopið. Altjóða miðlar hava peikað á tríggjar mans.

 

Philippe Coutinho (Liverpool)

Lyklaspælarin hjá Liverpool er besta boðið upp á ein avloysara fyri Neymar. Hann er somuleiðis úr Brasil, 25 ára gamal, ein bóltsnillingur og uppvaksin saman við Neymar. Men so líkjast teir heldur ikki meir. Philippe Coutinho er nokk meiri ein framrættaðir miðvallari, sum hevur tættar dribblingar við góðum avleveringum, meðan Neymar meiri er ein framherji við ferð, sum er málsøkin í sínum spælistíli.

 

Philippe Coutinho var longu í fjør settur í samband við Barcelona, men gjørdi nýggjan sáttmála. Bretskir miðlar skriva, at Barcelona fleiri ferðir í summar hevur havt fyrispurningar frammi. Prísurin á Neymar hevur flutt yvirleggjaran fyri hvat feløg vilja hava fyri sínar spælarar. Mett verður, at Philippe Coutinho kemur at kosta minst eina milliard krónur, um Barcelona skal keypa hann leysan.

 

Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, hevur fleiri ferðir sagt at hann er ikki til sølu. Men tá Barcelona og Real Madrid banka upp á, er mangan torført hjá Liverpool at standa ímóti. Tað prógvar eitt nú sølurnar av Luis Suarez, Javier Mascherano og Xabi Alonso.

 

Kylian Mbappé (Monaco)

Tann nýggi Thierry Henry. Tað er heitið ungi fraklendingurin hevur fingið, og tað ikki uttan orsøk. Hann er skjótur, málsøkin og búgvin fyri síni bara 18 ár. Hann hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot í ár.

 

Altjóða miðlar hava í summar skrivað, at Real Madrid er favorittur at keypa ungan mannin, men at Barcelona nú av álvara umhugsar at gera tað, sum skal til fyri at keypa hann. Hann kann spæla á vinstru síðu – eins og Neymar – og geva liðnum nakað tað sama, sum brasilski bóltsnillingurin gjørdi.

 

Prísurin er óvanliga høgur, tí Monaco hevur onga orsøk at selja. Felagið hevur longi fingið yvir eina milliard krónur fyri spælarar sum Benjamin Mendy (Manchester City), Bernardo Silva (Manchester City) og Tiemoué Bakayoko (Chelsea). Helst yvir eina milliard krónur fyri Kylian Mbappé.

 

Ousmane Dembélé (Borussia Dortmund)

Triðja boðið er franski áleyparin, Ousmane Dembélé. 20 ára gamli áleyparin spælir við Borussia Dortmund, har hann er partur av ungum og orkuríkum liði. Hann bleiv í fjør keyptur frá franska Rennes, har hann fekk sítt gjøgnumbrot.

 

Hann hevur skotið tíggju mál í hesum kappingarárinum, og líkist til deils Neymar, tá hann er á bóltinum. Er tættar og skjótar dribblingar, har hann rekur framvið upp til fleiri mans á gangin. Hevur eisini fingið sínar fyrstu dystir á franska landsliðnum. Helst eisini ein dýrur drongur.