Hesir skulu spæla ímóti Týsklandi

Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze hava úttikið 24 mans til U21-landsdystin ímóti Týsklandi á Tórsvølli 13. oktober

Higartil hevur U21-landsliðið í mansfótbólti spælt tveir dystir í núverandi undankapping, og enn hevur føroyska liðið fyrstu stigini tilgóðar. Báðir dystirnir eru endaðir við ósigri, har ungu, føroysku landsliðsleikararnir ikki megnaðu at skora mál. Fyrst varð tapt 0-1 á heimavølli ímóti Aserbadjan í juni, og fyri sløkum mánaði síðani gekk av skriðuni, tá ið U21 tapti heili 3-0 á útivølli ímóti Finnlandi.

 

Næsti dystur verður óivað eisini ein stórur biti at svølgja fyri føroyingarnar, tí at tá er tað nevniliga Týskland, sum kemur á vitjan. Dysturin verður spældur á Tórsvølli týsdagin 13. oktober. Fyrr í kvøld bleiv hópurin kunngjørdur, sum landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Eli Hentze, hava úttikið.

 

Teir 24 úttiknu leikararnir eru hesir:

 

Elias Rasmussen, Víkingur
Fríði Sigurðsson, ÍF
Leivur Joensen, ÍF
Benjamin Heinesen, B36
Teitur J. Olsen, TB
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Magnus Egilsson, AB
Emil Sandbech Carlsen, Vanløse IF (Danmark)
Jonas Gejel Hansen, TB
Bartal Wardum, HB
Betuel Hansen, Silkeborg IF (Danmark)
Haraldur R. Højgaard, NSÍ
Hákun Edmundsson, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Andreasen, KÍ
Gestur Bogason Dam, B36
Patrik Johannesen, TB
Jógvan á Lag Jakobsen, B1908 (Danmark)
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Poul Ingason, HB
Jákup Thomsen, FC Midtjylland (Danmark)
Karstin Højgaard, AB

Rasmus Dan Sørensen, B36

 

Millum annað er áhugavert, at blaðungi og bert 17 ára gamli Jákup Andreasen, sum veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot á miðvøllinum hjá KÍ í ár, á fyrsta sinni er úttikin til U21-landsliðið.

 

Týska U21-landsliðið telur leikarar sum Julian Brandt hjá Bayer Leverkusen, Joshua Kimmich hjá Bayern Múnchen og Maximilian Arnold hjá Wolfsburg, ið allir hava tað til felags, at teir vóru á vøllinum í júst undanfarna Champions League-umfarinum. Ein kendur spælari sum Emre Can hjá Liverpool hevur eisini aldur til at spæla við U21-landsliðnum, men roknað verður við, at hann verður úttikin til A-landsliðið.