Hetlendingar hyggja at føroysku tunlunum

Føroyska tunnilsskipanin verður tikin fram sum fyrimynd, nú hetlendingar arbeiða fyri at knýta fleiri av oyggjunum saman við undirsjóvartunlum. Skotski samferðslumálaráðharrin vil kanna føroyska fíggingarleistin.

Norðuroyggjatingmaðurin Alistair Carmichael og nývalda hetlendska tingkvinnan Hannah Mary Goodlad fara í næstu viku at halda eina røð av almennum fundum um ætlanina at gera undirsjóvartunlar í Hetlandi.

 

Átakið, sum hevur fingið heitið Tunnel Vision, varð sett á stovn fyri nøkrum árum síðan. Endamálið er at fáa undirtøku fyri tunlum, sum kunnu avloysa eina alsamt meira óálítandi ferjusigling millum hetlendsku oyggjarnar.

 

Hetta verður fyrstu ferð, at fundirnir verða skipaðir tvørtur um floksmørk. Alistair Carmichael umboðar Liberalu demokratarnar, meðan Hannah Mary Goodlad varð vald fyri skotska tjóðskaparflokkin SNP. Hon er eisini limur í skotsku stjórnini.

 

– Við hvørjum fundarumfari hava oyggjabúgvarnir skapt størri undirtøku og semju um tunnilsætlanina. Nú fáa vit høvi at byggja víðari á hesa framgongdina, sigur Alistair Carmichael.

 

Hann leggur dent á, at átakið framvegis skal verða rikið av fólkunum, sum búgva á oyggjunum og hava beinleiðis áhuga í, at ætlanin eydnast.

 

Kostnaðurin 15 milliardir krónur

 

Hetlendska oyggjatingið hevur longu samtykt eina kós móti tunlum til Yell og Unst. Til longri framtíð verður eisini hugt at tunlum til Whalsay og Bressay.

 

Umsitingin skal nú gera eina 30 ára framtíðarætlan. Síðan skulu ítøkiligar kostnaðar- og nyttumetingar gerast fyri hvørja verkætlan sær.

 

Samlaði kostnaðurin fyri tunnilssambond til tær fýra oyggjarnar verður mettur til umleið 1,5 milliardir pund, svarandi til umleið 15 milliardir danskar krónur.

 

Stóri spurningurin er, hvussu verkætlanirnar skulu fíggjast. Millum møguleikarnar eru almennar játtanir, lántøka og privat fígging.

 

Føroyar kunnu vísa vegin

 

Føroyar verða ofta nevndar sum fyrimynd fyri hetlendsku tunnilsætlanirnar. Skotski samferðslumálaráðharrin, Stephen Flynn, sigur, at hann er serliga áhugaður í føroyska fíggingarleistinum.

 

– Eg eri sera áhugaður í fíggingarleistinum, sum tey brúka í Føroyum. Eg má kanna hann nærri og finna út av, hvussu tey megna at fremja slíkar verkætlanir á ein fíggjarliga burðardyggan hátt, og um tað kann endurtakast aðrastaðni, sigur hann við skotska blaðið The National.

 

Fundirnir um tunnilsætlanina verða hildnir á Unst, Fetlar, Yell, Whalsay, Bressay og á hetlendska meginlandinum frá 17. til 21. august.

 

Kelda: Shetland News