Hetlindingar siga frá um nýtt fornminnissavn

Tíðindaskriv

Í sambandi við at ein sendinevnd úr Hetlandi í vikuni er í Føroyum, fara tveir av limunum at greiða frá um tað nýggja stóra fornminnissavnið, sum í hesum døgum er í gerð í Lerwick.
Fundurin verður í skúlastovuni í framsýningini hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni 6 í Hoyvík fríggjadagin 7. nov kl. 14.30-15.30, har Tommy Watt, stjóri á Shetland Museum og Brian Smith, stjóri á Shetland Archives við orðum og myndum lýsa, hvørjar hugsjónir liggja aftan fyri nýggja savnið, og hvørjar ætlanir eru við tí.
Fundurin er almennur.