Hetta boðar frá góðum

– Men enn er ov tíðliga at linka tilmælini um koronu, heldur Bjarni á Steig, yvirlækni

Heldur ikki í gjár varð nakar tilburður staðfestur av koronu í Føroyum. Tað vísa tey feskastu tølini frá landslæknanum.

Sostatt eru bara tríggir tilburðir av koronu staðfestir hesar seinastu tvær vikurnar, og Bjarni á Steig, yvirlækni, heldur, at hetta boðar frá góðum.

Við tíðindini á FM1 nú á miðdegi, segði hann, at støðan er góð tí tey, har smittan verður staðfest, eru fólk, sum koma til Føroyar, og her tey flestu verða funnin á sjálvum flogvøllinum, og restin verður funnin, tá ið tey hava verið her í seks dagar og verða kannað tá.

Í gjár vórðu 265 kannað fyri koronu og allar royndirnar eru greinaðar, uttan ein. Nú eru 226.225 koronukanningar gjørdar í Føroyum og tilsamans hava 657 fólk havt koronu. Men 653 fólk eru frísk aftur og í løtuni eru tað sostatt bara trý fólk, sum hava koronu. Eitt fólk er deytt av koronu og eitt fólk, sum hevur verið innlagt í eina tíð við koronu, er útskrivað aftur, so í løtuni er eingin innlagdur. Samstundis eru tað bara 19 fólk, sum eru í sóttarhaldi beint nú.

Bjarni á Steig sigur, at eftir fólkatalinum er tað ein góð støða at vera í, at bara trý fólk í Føroyum, sum hava koronu, í hvussu so er, tað vit vita um.

Og tað er eisini orsøkin til, at vit eru sloppin undan at skert frælsið hjá fólki so nógv, sum frælsið er skert í øðrum londum.

Samstundis eru vit við at koppseta fólk, so samanumtikið sær út til, at tað eru ljósari tíðir fyri framman, heldur hann. Hinvegin heldur hann eisini, at enn er ov tíðliga at siga nakað avgjørt um tað og enn heldur hann ikki, at tað er ráðiligt at linka tilmælini.