Hetta er ein kleppur um beinini hjá okkum

Tað kunnu ganga mánaðir, og onkuntíð kann tað taka ár, at avgreiða málið

Tað tekur alt ov langa tíð at at fáa sljøl tinglýst. Tað heldur Edvá Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkn.

Hon vísir á, at Tinglýsing er ein sera stórur fløskuhálsur, bæði hjá privatum, vinnulívinum og hjá tí almenna, serliga kommununum. Hon sigur, at tað ganga mánaðir, og viðhvørt ár at fáa eina ogn tinglýsta. Hetta er ein sera ótolandi støða og ein kleppur um beinini hjá fólki, og tá ið kommunurnar skulu stykkja út til íbúðarbygging.

Magnus Rasmussen sigur, at fyri tveimum árum síðani tók tað eina, tvær vikur at fáa eina ogn tinglýst, men so fór tað at taka longri tíð, eitt nú upp í tíggju vikur. Í løtuni er bíðitíðin seks vikur.

Hann sigur, at málið er, at tað skal taka tvær vikur, men tað veldst um, hvussu nógv skjøl eru at tinglýsa, og hvussu fløkt málini eru.

Annars hildu tingfólk, at tað tekur ikki so langa tíð at tinglýsa, men eitt, sum tekur drúgva tíð er at matrikullera eitt stykki, at býta tvey stykki sundur og at frámatrikkulera eitt stykki.

Tingfólk halda eisini, at hesi viðurskifti eiga at verða talgild fyri at fáa tað at ganga skjótari, og at fleiri fólk mugu setast í starv. Tey halda eisini, at tað er ov dýrt at tinglýsa eitt skjal. Tingfólk halda, at tinglýsingin hevur 50 milliónir í inntøkum um árið av tinglýsingum, so tað eiga tey at hava ráð til.

Landsstýrismaðurin er samdur í, at talgilding er vegurin fram og nú eru 1,1 millión sett av til arbeiðið at talgilda tinglýsingina.