Hósdagin fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, til Danmarkar á ríkisfund við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, og nýggja grønlendska landsstýrissformannin, Múte Borup Egede.
Sama dag fara løgmaður, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, saman við grønlendingum, á fund við Metta Frederiksen, Jeppe Kofod, uttanríkisráðharra, Trine Bramsen, verjumálaráðharra og Nick Hækkerup, løgmálaráðharra.
Hesin fundurin verður um uttanríkis og trygdarmál og kanska serliga um viðurskiftini kring Arktis.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at getta er fundur, har ríkisleiðararnir kunna hvønn annan, hvussu tað gongur í teimum trimum londunum. Hann sigur, at hetta er fyrstu ferð, at hann hittir grønlendska starvsbróðurin, og tað gleðir hann seg til.
Fundurin seinnapartin er eitt framhald av arbeiðnum at føroyingar skulu hava ein leiklut í sambandi við uttanríkispolitikk, verjupolitikk og trygdarpolitikk. Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá í tíðindunum á FM1.