Smyril: - Hetta er eitt dreymaskip. Nú kunnu vit lætt og gott ferðast um Suðuroyarfjørð til Havnar.
Inni í eini av mongum salongum situr ein ung kvinna, Petra og tosar við tvær aðrar kvinnur á sama aldri. Onnur teirra er systir hennara.
Stólarnir og sofurnar eru góðar at sita í. Eitt lítið borð stendur frammanfyri tær, nú tær hava fingið sær av tí sum skipið bjóðaði ferðafólkunum henda fyrsta túrin suður um fjørð.
Nú fer at nærkast heimbýnum Trvøroyri. Og nú er eisini stundin komin til at meta um henda fyrsta túrin yvirhøvur hjá nýggja Smyrli ella rættari: Munin millum gamla Smyril og henda nýggja og stásiliga.
- Hetta er eitt heilt fantastiskt skip. Her er pent og nossligt, og eg haldi eisini at tað er ljósari og reinari umborð - her er faktiskt nógv frískari, sigur Petra.
Lítla dótturin í fanginum er vorðin lin og svøvnur sæst í eygunum. Fyrr var eisini illa, tí tey hava verið á fótum síðani kl. 5 í morgun.
Mamman leggur hana at bróstinum og løtu seinni sovnar barnið. Saman við róligu rørslunum á skipinum svevur hetta barnið so blítt og søtt restina av túrinum.
Ein dag fer henda lítla gentan at hava Smyril sum sína einastu farleið út í stóra heimin. Nú er tað henda lítlan gentan og tað stóra skipið.
Tá verður tað ein stór genta, sum fer í eitt lítið skip.
Ein havnaferð
34 ára gamla Petra Muller arbeiðir dagliga sum læknaskrivari á Tvøroyri.
Í morgun er hon farin fyrsta túr við gamla Smyrli til Havnar, saman við teimum 12 næmingunum í 2. flokki við Trongisvágs skúla, lærara teirra og fleiri foreldrum.
Tey hava svomið í Havn, hava vitjað fleiri fjølmiðlar, tey hava bowlað, vitjað í SMS og fara nú aftur við nýggja Smyrli.
Tey fóru árla frá húsum, men hava allatíðina glett seg til at koma aftur til húsa við hesum nýggja og stásiliga farinum.
Hetta hevur verið ein ótrúlig ferð. Fyrst norður við gamla Smyrli, so ein heilan dag í Havn og nú á fyrsta túrinum hjá tí nýggja Smyrli á Tvøroyri.
Sum mamma at trimum børnum dugir Petra væl at ímynda sær tann týdning hetta skipið hevur og kemur at hava í framtíðini.
Í fyrsta lagi er ikki neyðugt hjá tí unga fólkinum at fara aðrastaðni í miðnámsskúlarnar, tí teir finnast í oynni. Og skjótt kemur ein nýggjur skúladepil eisini.
Men hinvegin so fer í framtíðini at bera væl til at ganga í skúla í Havn, samstundis sum ein býr í Suðuroynni.
Buldraligt
Við nýggja skipinum er tað mestsum eitt spæl at fara um Suðuroyarfjørð. Tað er munur á nú og áður.
- Ja, eg kann minnast aftur á mangar buldraligar túrar við gamla Smyrli, sigur Petra.
Í síni tíð sang hon við í barnakórinum sum mamma hennara, Ingrid í Puntabyrgi stjórnaði í mong ár. Og tey vóru ofta norðanfyri og sungu.
- Ja, hugsa tær til. Vit fóru øll avstað - øll vit sjey systkini saman við mammu. Og tað var ikki altíð eins tespiligt at sigla.
- Men eg veit ikki. Tá ein er óviti, tá hugsar ein ikki á sama hátt um aldur og sjóverk. Nú, ein er vorðin eldri, er tað munandi øðrvísi, sigur hon við einum brosi.
Hinvegin so undrast hon á, hvussu væl hesin nýggi Smyril liggur í sjónum. Hóast mótburð, so er tað ikki meiri enn at tað merkist í skipinum.
- Ja, sjálvt eg havi tað gott umborð. Eg havi ikki enn fingið sjóverk, sigur ein onnur kona, sum situr við sama borð sum Petra.
Ferðavinna
Ein av teimum vinnunum, sum kann fáa ágóða av góða ferðasambandinum er ferðavinnan í oynni.
Sjálv vónar Petra at nýggi Smyril fer at stuðla undir hesa vinnuna, sum hevur so nógv at bjóða fram, bæði fyri føroyingum og fremmandafólkinum.
- Jú, tað er so púra vist. Vit búgva í eini vakrari oyggj. Hetta er í veruleikanum einasta stóra útoyggin í so máta, sigur hon.
Nú er so upp til fólkið í oynni at brúka nýggja skipið, og hjá fólki aðrastaðni í landinum at koma til Suðuroyar at vitja, bæði eina ferð og oftari.
- Tað eru helst tey, sum ikki hava verið her í oynni áður. Nú hava tey so ein gyltan møguleika til tað!
Sær ikki børnini
Henda túrin er Petra sum nevnt saman við teimum 12 næmingunum í 2. flokki við Trongisvágs skúla og lærara teirra.
Umframt hesar næmingarnar eru nógv onnur børn við henda fyrsta túrin.
- Hetta er nærum ótrúligt. Hóast so nógv børn eru við, so sært tú tey næstan ikki.
- Her eru fleiri spælipláss og biografar til børnini, eins og nógvir krókar hjá teimum at fara í. Tað er lítið fyri at ferðast við børnum nú, sigur Petra sum sjálv eigur trý børn.
Nógv vaksið fólk er eisini við henda túrin, og sita tey og hugna sær og práta saman á ymiskum støðum kring alt skipið.
- Her er nóg mikið av plássi. Nóg mikið av plássi til øll sløg av fólki, sigur Petra Muller.