Ætlar tú tær at ein túr gjøgnum Eysturoyartunnilin í morgin?
- Ja, eg fari ein túr ígjøgnum tunnilin í morgin.
Tað sigur Símin Johannessen, sum var borgarstjóri í Nes kommunu og var við í arbeiðsbólkinum, sum fór í gongd á heysti í 2002 við tí endamáli at byggja ein undirsjóvartunnil undir Tangafirði.
Hvat heldur tú um hesa útbygging av vegakervinum?
- Sum partur av tí upprunaliga arbeiðsbólkinum fyri tunnilin, eri eg sjálvsagt fegin um, at tunnilin nú langt um leingi er veruleiki. Nógv vegamót hava verið á samferðslukervinum gjøgnum árini, men hetta meti eg sum eitt av teimum heilt stóru. Tá ferjusamband var millum Skálafjørðin og Havnina, var Toftir portalurin millum Tórshavn og landnyrðingspartin av Føroyum. So, fyri okkum, sum búgva her, er ferðslan nú komin aftur til tað “góða gamla” - um eg so kann siga.
Kann tað hugsast, at tú fert at brúka Eysturoyartunnilin sum farleið?
- Sjálvt um prísurin eftir mínum tykki er alt ov høgur, fari er at brúka tunnilin. Eg eri tó sannførdur um, at prísurin skjótt fer niður á eitt meira brúkaravinarligt støði. Fyri tey, sum skulu brúka tunnilin dagliga, er hesin prísur ein forðing, sigur Símin Johannessen.