Rigmor Dam
-Fakfeløgini verða ofta ákærd fyri ikki at taka lut í samfelagskjakinum, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum Gunnleivur Dalsgarð, - men í hesum førinum er tað júst tað vit gera. Við at vísa á tann veruleikan, sum limir okkara hava verið fyri gjøgnum kreppuárini.
- Kanningar okkara vísa, at tað er føroyski løntakarin, sum hevur goldið fyri kreppuna, og tí er tað bara natúrligt, at vit nú krevja endurgjald ? júst sum landsstýrið gjørdi yvirfyri donsku stjórnini. Nú hevur landið fingið 1,5 mia. kr., so mugu okkara viðurskifti eisini normaliserast. Síðani 1993 hava limir okkara beinleiðis goldið 90 mill. kr, og úrslitið av okkara kanningum vísa, at reallønarmissurin 1990-1998 hevur verið 25,7%, og um keypiorkan skal verða tann sama í 1999 sum í 1990 skulu lønirnar hækka 57,6%.
- So hetta er ikki ein provokatión, men bara veruleikin svart uppá hvítt. Ein politisk manifestatión kanska.
Hvat er endamálið við at seta fram hesi órealistisku lønarkrøv?
- Endamálið er at vísa á tann veruleikan, sum er í dag, og taka støði í hesum undir samráðingunum. Vit mugu tosa út frá tí, sum er hent og hava tað í huga. Soleiðis hava vit eitt ógvuliga týdningarmikið amboð fyri samráðingarnar, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
- Men vit siga eisini, at tað ber til at fáa normaliserað viðurskiftini á annan hátt, t.d. við at broyta sáttmálan.
Men høvdu tit ikki staði sterkari um tit høvdu gjørt hesar kanningar saman við hinum feløgunum?
- Feløgini eru samd um, at tað ikki ber til at samráðast saman. Í ?90inum hava ongar samráðingar verið um tey ymsu serkrøvini, feløgini hava hvør sær. Tá hevur talan einans verið um lønarniðurskurð. Fyri at fáa serkrøvini við, noyðast við at samráðast hvør sær. Men vónandi kunnu hini feløgini eisini brúka okkara kanningar, og tey hava verið sera spent uppá úrslitið av teimum. Nú hava tey fingið úrslitini, og so er tað bara upp til tey, hvussu tey ynskja at gera nýtslu av teimum.
Krøvini
Hvat er tað tit ynskja?
- Seinastu samráðingarárini hevur einans verið tala um lønarniðurskurð, og øll hini viðurskiftini hava ligið á láni. Vit halda at tíðin nú er búgvin til at tosa um onnur øki eisini. Høvuðskravið frá okkum í Starvsmannafelagnum hesaferð, verður at fáa eina nýggja lønarskipan. Sum nú er hava vit 40 lønarflokkar og 90 stig. Tað sum vit ynskja er m.a. at taka allar flokkar burtur og einans hava 40 stig, sum so verða tengd at starvslýsingum. Hetta er ein kollvelting av lønarskipanini, og tað er sera torført at gera eina nýggja skipan, tí áhugamálini eru nógv, og báðir partar hava sína hugsan um, hvussu ein slík broyting kan fara fram. Tí hava vit eisini kravt, at fara til samráðingarborðið _ ár frammanundan, so vit ikki sita í síðstu løtu við semingsmanni og verkfallshóttanum yvir okkum.
- Harafturat ynskja vit eina 35 tímars arbeiðsviku, 6 vikurs feriu og umsorgardagar. Og eftirlønarskipanin skal eisini hækkast upp á 12% ájavnt við restina av almenna arbeiðsmarknaðinum.
Bíligari umsiting
Í løtuni verður nógv tosa um at almenna umsitingin skal minkast, effektiviserast og rekast bíligari. M.a. í fíggjarlógini er hædd ikki tikin fyri møguligum lønarhækkingum. Hetta kemur allarhelst at rakað limir tykkara, sum í framtíðini skulu renna skjótari fyri ein bíligari pening. Hava tit gjørt tykkum nakrar tankar hesum viðvíkjandi?
- Tað er púra galið, at man ikki tekur hædd fyri hesum í fíggjarlógini. Um vit ynskja eitt vælvirkandi samfelag, mugu vit hava eina vælvirkandi umsiting. Vandin fyri einum láglønarsamfelagi er ein reellur vandi í dag. Tí gera vit eisini kanningar av lønarviðurskiftunum í grannalondum okkara. Í ávísum limabólkum hjá okkum, verða fólk yvirbjóðaði av grannalondunum. Tað er ikki góður politikkur at fólk noyðast at rýma higani, so vit noyðast at keypa tey aftur við serligum ágóðum. Hetta er sjálvsagt eitt øki, vit mugu byrgja upp fyri og eisini skapa treytir fyri at tey kunnu verða verandi her.