Hetta er ikki hent á nøkrum arbeiðsplássi í landinum

Í dag hava hesi fingið medalju fyri trúgva og drúgva tænastu

Í dag eru átta starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi heiðrað fyri trúgva og drúgva tænastu. Tey hava øll verið í starvi á sjúkrahúsinum í yvir 40 ár, og hesum sambandi hava tey nú fingið silvurmedalju frá drotningini.

Tað fór fram á hátíðarløtu í Salt á Drelnesi, har Hans Pauli Henryson, stjóri á sjúkrahúsinum, handaði teimum medaljuna og blómutyssi.

Hann segði, at hetta var ein søgulig hending, tí tað er aldrin hent áður, at átta fólk á sama arbeiðisplássi hava fingið medalju fyri drúgva tænastu, ísenn.

– Hetta er eindømi, so hetta er ein heilt serlig løta, segði hann.

Hann heldur, at tá ið ein hevur verið á sama arbeiðsplássi í so nógv ár, fær tað óivað fólk at halda, at Suðuroyar Sjúkrahús hevur verið eitt gott arbeiðspláss. Og tað hava tey rætt í, men hetta ber sanniliga eisini boð um, at her er talan um trúgv og dugnalig og arbeiðssom starvsfólk.

– Hetta eru starvsfólk, sum hava arbeitt so leingi, at tey hava brúkt alt sítt vaksna lív í tænastu fyri Sjúkrahúsið og nú eru tey vorðin ímyndin av Suðuroyar Sjúkrahúsi, segði Hans Pauli Henryson í eini heilsan til tey.

– Men hetta eru eisini, sum tey yngru starvsfólkini spyrja til ráðs og tit hava eisini svar, sum vit kunnu líta á, segði hann.

Tey átta, sum fáa medalju, eru, frá vinstru:

Doris Petersen, køkshjálpari, sum byrjaði í starvi 1. aug 1977.

Óluva Holm, reingerðarfólk, sum byrjaði í starvi 1. juni 1979.

Sanna Mortensen, bioanalytikari, sum byrjaði í starvi 1. mars 1976.

Anna Djurhuus, sjúkrahjálpari, sum byrjaði í starvi 1. mars 1978.

Bergur Stórhamar, skrivstovufulltrúi, sum byrjaði í starvi 1. februar 1977.

Oddný Nolsøe, sjúkrarøktarfrøðingur, sum byrjaði í starvi 16. mars 1977.

Sonny Ellendersen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum byrjaði í starvi 15. mars 1978.

Heidi Niclasen, reingerðarfólk, byrjaði í starvi 1. august 1979.