Stutt eftir at Mercedes-vinnarin í Gekka-spælinum í gjárkvøldið varð kosin, legði In.fo út grein um hendingina, tá viðareiðisgentan, Malan Nón Bjartalíð, vann flotta bilin. Hennara seðil, sum var ein av umleið 80.000, vann bilin, og tað var kringvarpsstjórin sjálvur, sum tók seðilin burtur úr stóru rúgvuni.
Men, sjálv visti viðareiðisgentan slett ikki av, at ein gekka-seðil, sum hon átti, men sum omma hennara hevði spælt við, yvirhøvur var við í lutakastinum um bilin. Tískil fylgdi hon ikki Gekka-spælinum í gjárkvøldið, og var heldur ikki við sjónvarpið, tá verturin ringdi til hennara og bað hana seta seg at hyggja í skíggjan.
Sjálvsagt gjørdist Malan Nón Bjartalíð stórliga ovfarin, tá verturin saman við kringvarpsstjóranum á skíggjanum fortaldi henni, at seðilin, sum verturin í hesi løtu hevði í hondini, var vinnandi seðilin, og at viðareiðisgentan nú átti flotta Mercedes-bilin, sum hevur eitt virði av kanska einari hálvari miljón krónum.
Myndin, sum vit á In.fo løgdu út í gjárkvøldið saman við tíðindastubbanum um stóra vinningin, varð tikin av Facebook-síðuni hjá Maluni Nón Bjartalíð. Nú hava vit so fingið sendandi eina aðra og nýggja mynd av hepna vinnaranum, sum vit leggja út saman við hesum lítla greinastubba.