Løgreglan tekur nú málið um illgrunasama deyðan hjá Mariu Fuglø Christiansen uppaftur til nýggja kanning. Hetta hendir smá seks ár eftir, at unga kvinnan doyði.
Tað var 21. november í 2012, at 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen doyði. Hon varð funnin deyð á sjónum við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund. 22. novembur varð rættarlæknaligt líksýn hildið á Landssjúkrahúsinum og niðurstøðan hjá embætislæknanum var tá, at gentan var druknað.
Eitt hálvt ár seinni - 14. juli í 2013 hendi eitt ógvusligt kníválop í Norðdepli, har fýra fólk vórðu stungin av einum 18 ára gomlum manni. Eftir hesa hendingina valdið løgreglan at taka málið um Mariu Fuglø Christiansen uppaftur. Orsøkin tá var, at hon hevði samband við unga mannin, sum framvegis situr varðhaldsfongslaður fyri tilburðin í Norðdepli 14. juli. Tey høvdu áður verið par.
Sum liður í kanningararbeiðnum í knívmálinum í Norðdepli valdi løgreglan í september í 2013 at grava líkið av Mariu Fuglø Christiansen uppaftur. Tá segði Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, at tað var fyri at binda um heilan fingur.
Í september í 2013 fór ein rekonstruktión av kníválopinum fram, og tað var føroyska løgrelgan og ferðaliðið hjá donsku løgregluni, sum gjørdu hetta saman. Eftir at hesi lið hjá løgrelguni høvdu gravað líkið hjá ungu gentuni uppaftur og kannað tað fyri aðru ferð í obduktión, varð úrslitið tað sama, nevniliga at hon varð druknað.
Men nú - smá seks ár seinni - verður málið tikið uppaftur. Løgreglan heitir á fólk, sum kanska halda seg vita nakað, um endeliga at siga løgregluni frá - um enn tað tykist týdningarleyst.